Helena Dam á Neystabø ikki tosað við yvirlæknarnar enn

? Tað gongur púra ongan veg at loysa ósemjuna um leiðsluna á Landssjúkrahúsinum. Læknarnir eru nú boðsendir at samráðast um lønina hjá læknastjóranum, men tað nokta teir

Enn røkist púra onki fyri, at ósemjan um leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum verður loyst í bræði.

Tvørturímóti tykist tað sum um óvissan bara verður størri og størri.

Tað er nú ein mánaði síðani, at læknarnir gjørdu greitt, at teir kundu ikki góðtaka lýsingina eftir læknastjóra, sum Almanna- og heilsumálastýrið ætlaði at seta í Ugeskrift for Læger.

Talan er um starvið ið skal setast í sambandi við nýggja bygnaðin, sum ætlanin er at seta í verk á Landssjúkrahúsinum við einum læknastjóra og einum sjúkrasystrastjóra á jøvnum føti í leiðsluni, saman við sjúkrahúsleiðaranum, sum verður beint omanfyri.

Men hóast tað er ein mánaði síðani, at felagið boðaði frá, at lýsingini ikki kundi góðtakast, er púra onki hent í málinum enn

Tað hevur als onki samband verið ímillum Almanna- og heilsumálastýrið um at loysa málið, sigur Jóan Petur Davidsen.

Men kortini hava yvirlæknarnir nú fingið boð um at møta í fíggjarmálastýrinum at samráðast um lønina hjá læknastjóranum.

Jóan Petur Davidsen, formaður í føroysku deildini hjá danska serlæknafelagnum, sigur, at teir eru vónbrotnir av, at Almanna og heilsumálastýrið enn ikki hevur tikið stig til at loysa ósemjuna um orðaljóðið í lýsingini eftir læknastjóranum.

?Men hóast púra onki samskiftið hevur verið ímillum partarnir, og hóast vit enn ikki hava góðtikið lýsingina, hava vit nú fingið boð frá fíggjarmálastýrinum um at koma til samráðingar um lønina hjá læknastjóranum.

?Fíggjarmálastýrið sigur, at Almanna og Heilsumálastýrið metir, at starvslýsingin er ílagi og at vit tí vera bidnir um at koma á fund at samráðast um lønina.

Men Jóan Petur Davidsen ger púra greitt, at serlæknarnir fara ikki at samráðast um lønina hjá einum lækna, sum skal setast eftir eini lýsing, sum læknafelagið ikki góðtekur.

Tí fer serlæknafelagið at boða fíggjarmálastýrinum frá, at felagið kemur ikki á fund at samráðast um lønina hjá læknastjóranum, fyrrenn viðurskiftini eru fingin í rættlag og starvslýsingin er góðtikin.


Fleiri orsøkir

Formaðurin í føroyska serlæknafelagnum sigur, at tað eru fleiri viðurskifti í starvslýsingini, sum yvirlæknarnir ikki kunnu góðtaka.

? Eitt nú skal læknastjórin vera ráðgevari hjá Almanna- og heulsumálastýrinum, samstundis, sum hann skal verða í eini trýmannaleiðslu á Landssjúkrahúsinum.

? Hetta kunnu vit ikki góðtaka, tí ein og hvør við minsta kunnleika til virkisskipan, veit, at tað fer at seta læknastjóran í eina ómøguliga støðu.

? Tí øðrumegin skal hann vera við í eini trýmannaleiðslu, saman við eini sjúkrasystir, við sjúkrahúsleiðaranum beint omanfyri.

Hinumegin skal hann ráðgeva Almanna- og heilsumálastýrinum.

? Tvs, at í summum førum skal hann arbeiða undir sjúkrahúsleiðaranum, men í øðrum førum skal hann ráðgeva omanfyri henda sama sjúkrahúsleiðara.

Hetta er eitt dømi um tað, sum serlæknafelagið ikki vil góðtaka, men tað eru eisini nógv onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi, sigur Jóan Petur Davidsen.


Ikki bæði ísenn

Annars fýlist Jóan Petur Davidsen á mannagongdina í málinum.

? Landsstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum, hevur alla tíðina tvíhildið um, at bæði starvið sum læknastjóri, og starvið sum sjúkrasystrastjóri, skuldu lýsast ísenn.

? Í tí fyrra uppskotinum hjá sjúkrahúsleiðaranum vóru øll viðurskiftini við serlæknafelagið í lagi.

? Men tá varð tvíhildið um, at ongi størv vórðu lýst leys, fyrrenn viðurskiftini við sjúkrasystrafelagið eisini vóru greidd.

? Men hóast hetta, so er ætlanin kortini at lýsa størvini, nú sjúkrasystrafelagið hevur góðtikið lýsingarnar, sjálvt um læknafelagið ikki hevur gjørt tað, sigur Jóan Petur Davidsen.

Hann sigur, at veit ikki, hvussu gongdin verður í málinum.

? Men fyrsta stigið víðari má vera, at Almanna- og heilsumálastýrið tekur upp samráðingr við okkum um starvsklýsingina eftir læknastjóra, sigur formað -ðurin í føroyska serlæknafelagnum.