Helena Dam á Nestabø heldur ólavsøkurøðuna

Ólavsøkurøðarin í ár verður fyrrverandi løgtingslimur og landsstýrismaður Helena Dam á Neystabø.
Helena Dam á Neystabø var í nógv ár formaður í Sjálvstýrisflokkinum.. Hon fór frá sum formaður í fjør og stillaði, tá saman um kom, ikki upp til løgtingsvalið í apríl.
Tað er Tórshavnar Ítróttarráð, sum hvørt ár heitir á eitt fólk um at halda ólavsøkurøðuna, ið hevur verið fastur táttur á ólavsøku í nógv ártatíggju.