Á tingfundinum í dag hevur Helena Dam á Neystabø tikið sæti á tingið fyri Henrik Old, sum hevur farloyvi í tríggjar vikur vegna sjúku.
Helena Dam á Neystabø er fyrsta varafólk hjá Javnaðarflokkinum. Hon var nummar sjey á listanum hjá flokkin um á valinum í 2011 – hon var tríggjar atkvøður ov stutt til at verða vald í staðin fyri Eyðgunn Samuelsen, sum fekk 261 atkvøður, meðan Helena Dam á Neystabø fekk 259 atkvøður.
Helena Dam á Neystabø hevur drúgvar royndir úr løgtinginum. Hon umboðaði Sjálvstýrisflokkin á tingi frá 1990 til 2002. Hon fór tá úr Sjálvstýrisflokkinum og upp í Javnaðarflokkin. Hon varð vald á ting fyri Javnaðarflokkin í 2008, tá hon eisini umboðaði flokkin í landsstýrinum, har hon umsat mentamál.