Helena Christensen var á veg at vitja Heath Ledger

Danska Helena Christensen var á veg at vitja sín góða vinmann Heath Ledger, tá hon hoyrdi um hansara harmuliga deyða. Helena, ið av amerikonskum bløðum bleiv søgd at verða saman við tí nú deyða Heath Ledger, var eftir øllum at døma á veg at vitja góða vinmann sín, tá hon fekk tey syrgiligu boðini at vita. Fyrrverandi modellin hevði lagt eini boð á hansara telefonsvarara stutt fyri hann bleiv funnin deyður í íbúð síni í New York. Tað skrivar FemaleFirst. ? Eg eri meira enn hørm beint nú og skelka, sigur Helena við amerikanska mótablaðið Women?s Wear Daily. ? Hann var ein so sermerktur og trúfastur persónur, so serstakliga gávuríkur, tí hann var so ærligur. Hann var fullur av lívi, sigur Helena um sín nú deyða vinmann. Tað er so ógvuliga syrgiligt, leggur hon aftrat.