Helena bíðar eftir suðuroyingum

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur enn einaferð staðfest, at fyribils hava vit ikki ráð at byggja ein nýggjan bygning til eftirskúla í Suðuroy.

Tað gjørdi hon í Løgtinginum í áðni, tá ið hon svaraði einum spurningi, Høgni Hoydal, hevur sett henni um skúlan.

Annars staðfesti hon, at bólturin liggur í Suðuroy, tí hesi seinastu tvey árini hevur hon onki frætt frá suðuroyingum.

Hon sigur, at fyri tveimum árum síðani var hon á fundi, har stigtakararnar og borgarstjórar greiddu frá, at kommunurnar skuldi stovna ein sjálvsognarstovnur, sum skuldi taka eitt lán til endamálið og at greiða skuldi fáast á fíggingini.

Men enn er onki hent.

Tað varð eisini mett, at tað kundi verða tórført hjá kommunum at veita næmingastuðul.

Sostatt sær út til, at talan verður um eina verkætlan, sum landið fíggjarliga at kalla einsamalt stendur aftanfyri, bæði hvat bygging og rakstri viðvíkur.

Helena Dam á Neystabø hevur fleiri ferðir víst á, at skal eftirskúli verða í Suðuroy, skal hann verða í einum bygningi, sum longu er tøkur til skúla og tað skal fáast við at leggja skúlar í Suðuroy saman.

Men kommunurnar hildu, at tað fór at verða torført at vera við í einum tílíkum kanningararbeiði, sum kommunubygnaðurin er, og tað síðsta, hon veit, er, at tær halda fast um ætlanina at byggja ein eftirskúla í Hvalba.

Tekningin er ein skitsa, sum MAP Arkitektar gjørdu á sinni, tá ið ætlanin var nýggj og stórfingin. Síðani er strandað og nú er óvist, hvørja lagnu, hon fær