Helen á Lakjuni er júst vorðin føroyameistari í flogbólti við ÍF. Hon varð kosin at vera mest týdningarmikli spælarin hjá ÍF undanfarna kappingarár.
Hon er so týdningarmikil fyri liðið, at hon spældi teir síðstu dystirnar, hóast hon er uppá vegin, og hon var komin umleið 5 mánaðir, tá ið hon spældi tann síðsta dystin.
Hevur roynt seg í Danmark
Helen byrjaði at spæla flogbólt sum 14 ára gomul.
Hon spældi við ÍF inntil 1998, tá ið hon spældi eitt ár við Mjølnir.
Í 2002 flutti hon og maðurin til Danmarkar og búðu har í 4 ár.
Í Danmark spældi Helen við trimum ymiskum feløgum. Tvey av teimum vóru í bestu deildini.
Tá ið Helen kom heim aftur, fór hon aftur at spæla við ÍF.
Helen hevur eisini spælt við landsliðnum. Hon kom fyrstu ferð á landsliðið í 1996 og var við til oyggjaleikirnar í 1997.
Helen er sostatt ein av mest royndu leikarunum í Føroyum.
- Tað er nógv hent, síðani eg byrjaði. Støðið er hækkað, og tær útlendsku gera eisini sítt til at hækka støðið í Føroyum, sigur Helen, sum hevur roynt seg uttanlands.
- Eg spældi í Danmark, tá ið eg búði har. Har spældi eg við tveimum liðum í bestu deildini og einum í næstbestu deildini. Støðið á bestu deildini í Danmark er eitt sindur hægri enn meistaradeildin í Føroyum. Men eg haldi, at næstbesta deildin í Danmark er á nøkunlunda sama støði sum meistaradeildin. Flogbóltur er annars ikki so stórt í Danmark. Tey hava mestsum ongan útlendingar á liðunum, sigur Helen.
EM størsta avbjóðingin
Størsta avbjóðingin, sum Helen hevur roynt sum flogbóltsleikari, er at spæla EM-undankapping.
- At spæla til EM er stórt. Tað er ein størri avbjóðing enn oyggjaleikirnir, tí at á oyggjaleikunum eru summi lið ov løtt. Har eru kanska einans 2 – 3 lið, sum geva okkum mótstøðu. Til EM spæla vit móti sera góðum liðum, sigur Helen.
Helen hevur eisini spælt fótbólt.
- Eg byrjaði at spæla fótbólt sum 10 ára gomul, og eg spældi bæði fótbólt og flogbólt, inntil eg var 17 ár. Tá bar ikki til at spæla bæði, tí at ungdómslandsliðini í flogbólti fóru til kappingar um summarið. Eg valdi flogbóltin, tí at tað tímdi eg betri. Eg haldi, at tað er meira ein kvinnuítrótt enn fótbóltur er, sigur Helen.
Spældi við búki
Helen er uppá vegin nú. Hon spældi síðsta dystin hjá ÍF við stórum búki.
- Tað bar til at spæla, tí at eg gjørdi einans so nógv, sum eg kláraði. Flogbóltur er ikki ein kontaktítrótt, og tú gerst sjálv av, um tú kastar teg eftir bóltinum, sigur Helen, sum nú er komin 28 vikur.
- Vit eru nógvar á liðnum, sum eiga børn, so tað er ikki fyrstu ferð, at onkur hevur spælt, meðan hon er uppá vegin. Vit taka ofta børnini við til venjing. Summar gevast, tá ið tær fáa børn, men her í Fuglafirði halda mest sum allar fram. Hugurin er til staðar, og vit vinna av og á, og tað ger tað stuttligt at spæla, sigur Helen, sum sjálv ikki hevur ætlanir um at gevast enn á sinni.
Spæla 10 ár afturat
- Eg ætli mær at spæla so leingi, sum lív og heilsa er. Flogbólt kanst tú íðka so leingi, sum tú vilt, um tú bara spælir saman við øðrum á tínum støði. Tað er eisini tí, at flogbóltur er mest íðkaða ítróttargrein í heiminum. Eg havi í hvørt fall altíð havt hug til at spæla. Eg havi ongantíð verið troytt av at spæla flogbólt. Eg eri 30 ár, og eg haldi, at eg kann spæla í hvørt fall í 10 ár afturat. Eg ætli mær at spæla næsta kappingarár, men kanska eg ikki fái byrjanina við, tí at eg skal eiga um 3 mánaðir, sigur hon.
Nógv tíð verður nýtt til venjing um kvøldarnar. Hesum má maðurin eisini laga seg eftir.
- Rúni er heima um kvøldarnar, tá ið eg eri til venjing. Tað krevur uppbakning frá familjuni, tá ið tú skalt nýta so nógva tíð til ítrótt. Rúni spælir eisini fótbólt um summarið og innandura fótbólt 1-2 ferðir um vikuna, og tá er gott at hava góðar ommur og abbar, sum kunnu ansa eftir dóttrini, um vit bæði eru úti, sigur Helen við einum smíli.
Koyrir sjúkrabil
Helen byrjaði á politiskúla, tá ið hon búði í Danmark, men hon gavst.
Nú arbeiðir hon hjá sjúkraflutningstænastuni, har ið hon koyrir sjúkrabil í Eysturoynni.
Annars brúkar Helen nógva tíð í Siloa, har ið hon hevur sunnudagsskúla.
- Familjan gongur í Siloa, og eg brúki eisini nógva tíð har. Eg sang nógv fyrr og havi eisini sungið við Siloa kórinum. Eg havi tó ikki gjørt so nógv við sangin, síðani vit komu heim úr Danmark, sigur hon.
Helen og Rúni fara í holt við at byggja hús í Fuglafirði í summar, og tá skal Helen eisini eiga. Nógv verður á skránni, men flogbólturin skal ikki víkja.
- Vit hava gott samanhald á liðnum, og eg haldi, at manningin verður mest sum tann sama. Flogbóltur er eitt sálarligt spæl, og tí er tað týdningarmikið, at samanhaldið er gott, sigur Helen.
Meðan yvirritaði prátaði við Helen, sat hon við stokkum í hond og bant.
- Mær dámar væl at binda. Eg gangi í bindikllubb, og beint nú bindi eg til barnið í búkinum, sigur Helen við einum smíli.
Helen um kvinnur í politikki
- Tað er deiligt, at onkur tímir uppí politikk. Eg havi ikki tann stóra áhugan fyri tí. Eg haldi tó ikki, at tað skal gerast nøkur lóg um, at fleiri kvinnur skulu á ting. Um tað ikki verða valdar fleiri inn, skulu ikki vera fleiri
Helen um mat
- Mær dámar væl at gera mat. Maðurin ger eisini mat av og á. Mær dámar væl at eksperimentera við uppskriftum og gera okkurt forkunnugt av og á
Helen um at gerast foreldur
- Tað broytir dagligdagin, tá ið tú fært børn. Tú ert ikki púra leys longur. Lívið er tó ikki yvirstaðið fyri tað, um tú fært børn. Eg taki tey við til venjing og tílíkt, so tað er eingin forðan í so máta
Helen um trúgv
- Eg eri uppvaksin við at hoyra um Gud og Jesus. Eg havi altíð gingið til sunnudagsskúla og møti, og eg haldi, at tað er deiligt at fara á møti í Siloa
Fakta
Helen á Lakjuni
Fødd 21.09.1977
Er gift við Rúna Person Jacobsen
Saman eiga tey Sólju Rúnadóttir