Heldur Villy enn Helle

Fleiri av teimum, sum valdu Sosialdemokratarnar á kommunuvalinum í Danmark fyrr í vikuni, høvdu ikki valt flokkin, um talan var um val til Fólkatingið. Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingske Tidende, vísir, at ein triðingur av teimum kommunalu veljarunum hjá Sosialdemokratunum høvdu ikki valt flokkin, um fólkatingsval var nú.

Ístaðin fyri høvdu tey flestu valt Sosialistiska Fólkaflokkin, og nøkur høvdu valt Konservativa Fólkaflokkin ella Danska Fólkaflokkin.

Á kommunuvalinum í vikuni fingu Sosialdemokratarnir góð 30 prosent av atkvøðunum.