Nýggi formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Carita Bjørklund, fegnast um tiltøkini, ið verða gjørd fyri at minka um bíðilistan at sleppa inn á dagstovn í Tórshavnar kommunu.
? Vit kunnu gleðast yvir, at kommunan er farin til verka og er farin undir nakrar ítøkiligar ætlanir, sum skulu útvega fleiri barnagarðspláss. Sum fakfelag fara vit ikki inn at loysa henda stóra trupulleikan, men hinvegin eru vit áhugað í at samstarva. Eitt samstarv millum okkara fakfelag, kommununa og Felagið hjá foreldrum at smábørnum í Havn kundi funnið fram til nakrar góðar loysnir, sigur Carita Bjørklund, formaður í Føroya Pedagogfelag.
Um vikuskiftið kom Felagið hjá foreldrum at smábørnum í Havn út við einum útspæli og nøkrum ítøkiligum uppskotum um, hvussu stóri trupulleikin á ansingarøkinum verður loystur. Mælt verður eitt nú til at leiga hús, umbyggja høli og byggja verandi stovnar út, so fleiri børn sleppa inn.
? Sum pedagogur eri eg sannførd um, at tað er ikki gongda leiðin at fylla børn inn á stovnarnar. Sum er er absolutt minsta kravið 2 fermetrar til barnið, tá ið alt er íroknað. Og tað er als ikki ov mikið, heldur hinvegin. Eg vildi heldur sæð, at børn fingu meiri pláss og at tað varð hugsað um trivnaðin á stovninum, bæði hjá børnum og starvsfólki. Á ovfyltum stovnum kunnu børn og starvsfólk fáa strongd, hoyribrek og annað, sigur Carita Bjørklund.
Krøv
Fráfarandi formaðurin í Felagnum hjá foreldrum at smábørnum í Havn, Heri Joensen, segði í Sosialinum í gjár, at neyðloysnir mugu finnast, soleiðis, at fleiri barnagarðspláss verða útvegað. Er tað ikki neyðugt at síggja burtur frá ávísu krøvunum, sum verða sett, fyri at fáa fleiri stovnspláss?
? Ein dagstovnur skal lúka treytirnar, sum heilsumyndugleikarnir seta. Hann skal vera góður og tryggur at vera í. Góðkenna myndugleikarnir húsini, sum foreldrafelagið mælir til at taka í nýtslu, og starvsfólkanomineringarnar eru í lagi, er tað kanska ein gongd leið at fara. Men slíkar loysnir eru ofta fyribils. Mær hevði betri dámað um hugsað varð í varandi loysnum. Tær nýtast als ikki at vera dýrari, sigur Carita Bjørklund at enda í viðtali.