Heldur vælferð enn blokkniðurskurð

Javnaðarflokkurin vil raðfesta heilsuverkið og fólkaheiluna, fólkaskúlan, arbeiðs- og familjulív og burðardygga menning av samfelagnum. - Hetta er ein rættuliga sosialdemokratisk valskrá. Javnaðarflokkurin leggur dent á sosialu virðini og vælferðina hjá fólki. Tað, sum í dag verður nevnt ?tey bleytu virðini.? Og tað sæst aftur í okkara valskrá, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, við Rás2.

- Javnaðarflokkurin ásannar, at vælferð kostar pengar. Og økta vælferðin í okkara valskrá kemur at kosta eini 300 milliónir krónur komandi valskeið, sigur Jóannes Eidesgaard.

Langtíðarmálið hjá Javnaðarflokkinum er, at Føroyar gerast búskaparliga óheftar. Flokkurin heldur, at tað er rætt at minka blokkstuðulin ? men bara um búskapurin loyvir tí.

- Vælferðin er okkara hjartamál, meðan ein skerjing í ríkisveitingini er eitt sekundert mál. Vit liva fínt við ríkisveitingini, sigur Jóannes Eidesgaard, sum ikki dugir at siga, nær búskapurin er nóg sterkur til, at ríkisveitingin kann minkast.

Um samgongumøguleikarnar eftir løgtingsvalið sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum:

- Eg haldi sjálvur, at sitandi samgonga hevur verið sera virkisfør. Tí er ABC-samgongan eitt gott boð upp á eina samgongu, eisini eftir valið, sigur Jóannes Eidesgaard.