Heldur trekt við tilmeldingum til Smyril Line Cup

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Fyrireikararnir hava donsk lið, men ikki nógv føroysk lið til kappingina

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Morten Hust Petersen úr Kvívík, sum saman við Claus Rasmussen fyrireikar eina millumtjóða hondbóltskapping fyri U14 og U16 lið, sum skal verða í ítróttarhallunum í Tórshavnar kommunu í páskavikuni.

 

Trupuleikin hjá Morten og Claus er bara, at fýra donsk lið hava meldað til, og hava rindað sítt. Neistin er komin á vøllin, og hevur meldað lið til, og rinda tilmeldingargjald, men enn manglar at fáa ein breiðari luttakaraskara.

 

Føroysku liðini, sum ikki hava meldað til enn hava tó fingið longt freistina til mánadagin 16. februar at melda til, og rinda tilmeldingargjaldið.

 

Morten vónar av hjarta, at hendan kappingin gerst veruleiki, tí talan er um eina góða uppliving og menning fyri ungar føroyskar hondbóltsspælarar. Og eydnast at flóta hesum kann konseptið útbyggjast, har eisini lið úr øðrum grannalondum koma til Føroya at kappast.