Tað er soleiðis at flestu bilførarar hava fartelefonina hjá sær undir koyring, og tá ið hon so ringir, taka teir hana og vóna at teir kunnu gera skjótt av. Men ofta verður tað til eina longri samrøðu, har bilførarini situr við telefonini í hondini og hevur ikki tíð at koyra bilin inn til síðuna, tí hann skal skunda sær. Alla tíðina hevur hann eyguni eftir politibilinum. Hetta er ein óheppin støða, sum mong kenna til.
Hetta er als ikki neyðugt, og bilførarin er greiður yvir, at hann burdi keypt sær útgerð, so hann kann koyra bilin og tosa í telefon samstundis uttan trupulleikar.
Føroya Tele hevur nógva útgerð av ymiskum merkjum sum t.d. Sony Eriksson, Nokia, Motorola og Jabra. Eisini innan Bluetooth tráðleysa tøkni.
Til ber at installera fasta útgerð í bilin til tráðleyst Bluetoothsamband við fartelefonina. Útgerðin er soleiðis gjørd, at hóast fartelefonin verður skift út, er ikki neyðugt at skifta føstu útgerðina. Eisini fáast oyrasniglar av nógvum ymiskum sløgum.
Í dag er útgerðin so bílig, at tað kann ikki loysa seg at spara tað burtur og risikera at fáa eina bót ístaðin.
Orsøkin til at tað ikki er loyvt at sita við fartelefonini inn at oyranum undir koyring er sjálvandi at hetta gongur út yvir ferðslutrygdina, við tað at bilførarin tá bert stýrir bilinum við aðrari hondini.