Heldur til Føroya enn til Norra

Tað var bíligari hjá einum norskum skótaliði at fara til Føroya enn at ferðast í egnum landi. Og tað angraðu tey ikki

Øvstun Speidergruppe úr Bergen kundi í ár halda 50 ára stovningardagur. Hetta skal sum vera man hátíðarhaldast. Norsku skótarnir gjørdu av, at hátíðarhaldið skuldi vera ein ferð til Føroya. Tað var bíligari fyri tey at fara til Føroya enn at fara eystur Noreg. Ein av orsøkunum er bólkaavslátturin við Norrønu. Eisini er væl bílígari at keypa matvørur í Føroyum.
Norska skótaliðið taldi 33 skótar. Frá 10 til 25 ár. Steðgurin gjørdist frá mikudag til sunnudag, men tey vóru heilt ótrúliga væl nøgd við allan túrin. Ikki minst vóru tey heppin við veðrinum.

Til Eiðis og Selatrað
Skótarnir úr Bergen komu á Havnina ólavsøkuaftan við Norrønu og fóru avstað mánamorgun við Norrønu. Tey búðu á Skótadeplinum á Selatrað. Ólavsøkuaftan vóru tey í Havn; ólavsøkumorgun við bátunum hjá Palla Lamhauge til Eiðis og so síðani til Gjáar og Funnings og aftur á Selatrað við Kjartan Dalsgaard sum ferðaleiðara.
Fríggjadagin og leygardagin nýttu tey til skótalegu. Tey vóru á floti við bátum av Seðlatrað og grillaðu fongin um kvøldið.
Sunnumorgunin var farið í kirkju á Selatrað, har deknurin las lestur á donskum.
Skótaliðið úr Bergen letur heilsa øllum teimum nógvum hjálpsomu fólkunum, tey hittu í Føroyum.