- Hatta var eitt sterkt lið, vit møttu, og vit vita at teir eru heilt ótrúliga góðir, og tí royna vit at verja og gera okkara besta, men tað kiksar eitt sindur. Allir kempaðu og royndu sítt besta, men tað riggaði barasta ikki, segði Einar Hansen, sum spældi sín fyrsta a-landsdyst fyri Føroyar. Hann fegnaðist eisini um, at ein annar debutantur eisini kom á vøllin.
- Deiligt at fáa Rók av Fløtum Jespersen inn á liðið og síggja hann fáa debut við mína lið. Hann er ein góður bóltspælari, og er hetta nakað, ið vit eyga at leggja dent á framyvir. Ikki gúppa ov nógv vekk. Hetta megnaðu vit væl eftir mínum tykki. Tað er nógv stuttligari at spæla á hendan hátt, enn at bara standa og verja, heldur Einar Hansen.