Heldur samstarv enn kapping um saltfiskin

Íslendingar vilja vera við, at føroysk saltfiskavirkir seta eitt sermerki á saltfiskin, sum tey virka úr fiski, sum er veiddur undir Íslandi, fyri at fáa betri prís. Tað reina tvætl, sigur stjórin á Vaðhorn.

Tað var stjórin á saltfiskadeildini hjá Iceland Seafood, sum legði føroysk virkir undir at merkja saltfiskin, sum er virkaður úr fisk, ið er veiddur undir Íslandi.

 

-Føroyingar kunnu veiða 1.200 tons av toski við Ísland umframt longu og brosmu, men tað ringasta er, at teir eru farnir at seta eitt serligt merki á eskjurnar sum fisk, veiddur í íslendskum sjógvi, segði Róland R. Assier, deildarstjóri, á einum marknaðarfundi hjá Iceland Seafood.

 

-Tað reina tvætl. Vit hava ikki nakað sermerki á íslendskum fiski, sigur stjórin á Vaðhorn, Jógvan Gregersen.

 

Róland R. Assier sigur við in.fo, at sjálvur hevur hann ikki sæð nakað dømi um ta føroysku sermerkingina. Hinvegin hevur hann hoyrt tað frá keyparum í Italia og Spania, og ta seinastu fráboðanina fekk hann so seint sum í morgun, sigur hann.

 

Áttu at samstarva

Deildarstjórin hjá Iceland Seafood sigur, at íslendingar og føroyingar virka fyrsta floks saltfisk, og hann heldur, at partarnir áttu at tosa meiri saman um marknaðarviðurskiftini.

 

Men Jógvan Gregersen dugir ikki at síggja nakrar møguleikar í hesum.

-Vit hava tosað við ein stóran íslendskan framleiðara um hatta. Tað er fínt, tá marknaðurin gongur uppeftir, men hvør verður fyrstur at lækka prísin, tá marknaðurin fer niðureftir, spyr stjórin á Vaðhorn.