Heldur sær væl

Fyei 48 árum síðani vann hon ein Oscar, og ikki sæst, at hon er 71 ár.

Fødd er hon beint eftir seinna heimsbardaga og fyrsta stóra filmsleiklutin fekk hon í 1967. Men Goldie Hawn heldur sær væl.

 

 

Hon var og keypti inn, ella shoppaði, í Hollywood herfyri, men ilt er at síggja, at hon er vorðin 71 ár. Hon vann ein Oscar í 1969 fyri filmin Cactus Flower.

 

 

Goldie Hawn eigur 3 børn, har dótturin Kate Hudson er kend sum filmsleikari, eins og mamman.

 

 

Goldie Hawn er enn virkin sum filmsleikari, og seinast er hon við í filminum Snatched, sum er frá í ár.