Heldur Ronaldo verða minni góðan nú

Serfrøðingur heldur, at Christiano Ronaldo hevur mist ferð og likamsmegi, umframt effektivitet

Hóast Christiano Ronaldo skeyt sítt 16. mál hetta kappingarárið ímóti Eibar í vikuskiftinum, so heldur ein hin kendasti La Liga serfrøðingurin, at Christiano Ronaldo er uppá retur, sum fótbóltsspælari.

 

Í samrøðu við SkySports sigur Guillem Balague, sum er hin fremsti serfrøðingurin, tá um La Liga ræður: - Eg haldi, at Ronaldo er í verri likamsvenjing, hann hevur toppað, slær Guillem Balaque fast í samrøðuni.

 

- Í løtuni sær hann ikki út til at trívast á vøllinum. Ronaldo hevur mist ferð, og hann driblar ikki framvið mótstøðuleikarum longur, og tá hann ikki trívist í sínum leikluti á vøllinum, so er hann vorðin minni effektivur, staðfestir Guillem Balaque.

 

Guillem Balaque heldur eisini, at Ronaldo er ikki tann frísparkshóttanin hann einaferð var á sinni: - Ronaldo hevur bara skorað uppá tvey av teimum seinastu 92 fríspørkunum hann hevur skotið, og tað eru í námind av at verða nóg gott, sigur Guillem Balaque í samrøðuni við SkySports.