Tað hevur verið ført fram, at ferðavinnumessan Vestnorden Travel Mart er við at yvirliva seg sjálva, og at tíðin er komin til, at vit sleppa henni og heldur gera okkara egnu, føroysku ferðavinnumessu.
Hesum sjónarmiði er stjórin á Ferðaráð Føroya ikki samdur við. Hann heldur, at tað er skeivur vegur at ganga.
-Er okkurt, sum ikki er gingið eftir ætlan, eiga vit at finna fram til tað, sum kiksaði og rætta tað til eina aðra ferð heldur enn gevast á hondum, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya.
Sagt hevur verið á ferðavinnustevnuni Vestnorden Travel Mart, sum hildin varð í Reykjavík í seinastu viku, at føroyingar kanska sjálvir áttu at farið at skipað fyri egnari ferðavinnumessu.
Um hetta sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya, at er tað soleiðis, at ferðavinnan í Føroyum metir, at brúk er fyri slíkari messu, er Ferðaráði sjálvandi til reiðar við ráðum og stuðli, har tað ber til. Men hann metir ikki, at vit av teirri orsøk skulu sleppa Travel Mart, sum tann sølustevnan vanliga verður nevnd.
Sum skilst á Hera Niclasen, gekk sølustevnan í Reykjavík sum heild væl. Nú er hetta ikki fyrstu ferð, føroyska ferðavinnan er við á hesi stevnu, so væl átti at borið til at skipa seg soleiðis, at alt var í lagi, meðan sjálv messan varð hildin.
Tó kendi onkur luttakari tað soleiðis, sum at ikki alt riggaði, sum tað skuldi. Onkur avtala tóktist ikki halda, og onkur kundi møtti ikki upp.
Tað er sjálvandi keðiligt, tá so er, heldur Heri Niclasen. Men hann vísir tó á, at tað kunnu vera nógvar grundir til tað, sum, tá tær verða kannaðar, kanska venda aftur til seljaran sjálvan uttan tó á nakran hátt at lata skilja, at hann heldur hjúst tað vera orsøkina.
At taka Travel Mart av er í móti andanum um samstarv, sum júst hendan ferðavinnumessan er bygd á.
Og skuldi tað hent, at farið verður undir at fyrireika eina serføroyska messu, eiga vit at hava í huganum, at vit á ongan hátt koma í vegin fyri næstu Travel Mart messuni, sigur Heri Niclasen.
Heri Niclasen sigur, at á Travel Mart í Reykjavík vóru fleiri positiv tekin at síggja frá føroyskari síðu.