Heldur politiið tekur feil

Johan sigur við norska blaðið, VG, at hann heldur politiið tekur feil, og at 64 ára gamli maðurin, sum er varðhaldsfongslaður í Sigrid-málinum, einki hevur við drápið at gera.

- 64 ára gamli maðurin frá Follo hevur trupulleikar við rygginum, er illa gongdur og dámdi ikki tann 37 ára gamla.

Tað sigur Johan, sum hevur arbeitt hjá skuldsetta 64 ára gamla manninum í trý ár. Tá hann gavst, tók tann 37 ára gamli við.

Johan hevur kent tann 64 ára gamla í tíggju ár og skilir ikki, at politiið kann halda, at hann hevur nakað at gera við drápið á 16 ára gomlu Sigrid Giskegjerde Schjetne (myndin).

- Tí nokti eg at trúgva, sigur Johan, sum ikki vil hava eftirnavnið í blaðið.

Hann heldur, at tað er kropsliga ógjørligt hjá tí 64 ára gamla at ganga í skóginum, har líkið varð funnið.

- Hann klárar ikki at ganga á ósløttum. Hann hevur havt brokk fleiri ferðir, og um hann fer niður á knø, sleppur hann ikki upp aftur uttan hjálp. Hartil sær hann eisini illa, sigur Johan.