Manchester City tekur í kvøld ímóti Tottenham í ?finaluni? um fjórða plássið, ið gevur atgongt til Champions League komandi ár. Miðlar í Onglandi siga at fíggjarligi vinningurin av at blíva nummar fýra er áleið ein hálv milliard.
Tað er, eins og seinast, Marton Fulop, ið skal verja málið hjá Manchester City í kvøld. 26-ára gamli Marton Fulop er leigaður úr Sunderland fyri Shay Given, sum vanliga er fyrsta val hjá Manchester City.
Tottenham hevur eitt stig fleiri enn Manchester City, nú bara tvey umfør eru eftir í Premier League. Tað merkir, at um Tottenham vinnur í kvøld, so hava teir tryggja sær fjórða plássið. Spæla liðini javnt, so skal Tottenham bara vinna seinasta dystin ímóti Burnley á heimavølli, fyri at tryggja sær Champions League luttøku til komandi ár. Manchester City skal tí helst vinna í kvøld, um teir skulu hava nakran møguleika fyri at røkka Champions League.
Dysturin byrjar kl 20.00.











