Heldur niðri á Jørðini

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin Al Gore fer illa við ætlanunum hjá George W. Bush, forseta um at seta fólk upp á Mánan og síðani upp á Mars.

-Heldur enn at nýta ovurhonds nógvar pengar upp á eina ætlan um at gera tað liviligt hjá nøkrum fáum fólkum úti í rúmdini átti forsetin at lagt dent á at gera tað liviligt hjá komandi ættarliðum her á Jørðini, sigur Al Gore. Hann er nú ikki tann einasti, sum heldur lítið um rúmdarætlanina hjá Bush. Bæði amerikanskir og evropeiskir fjølmiðlar rista við høvdinum og siga ætlanina vera at oyðsla pengar burtur.

Stóra blaðið New York Times væntar, at útreiðslurnar til eina slíka ætlan verða størri, enn tey flestu geva sær far um. Blaðið vísir á, at stórt hall er á amerikonsku fíggjarlógini, og at amerikanararnir hava nógv annað og týdningarmeiri at brúka pengarnar til.