Heldur minking enn loysing

Heðin Mortensen, løgtingsmaður, heldur, at Sambandsflokkurin heldur eigur at tola eina minking enn loysing

Edvard Joensen

frá landsfundi Sambandsfloksins í Øravík


Sambansflokkurin eigur at melda heilt greitt út í fullveldismálinum. Og útmeldingin skal vera markant. Skal tað kosta flokkinum eina minkin, eigur flokkurin at tola tað, heldur enn at geva seg ein tumma til frama fyri fullveldishugsanina, segði Heðin Mortensen.

Hann mælti til, at Sambandsflokkurin býður øðrum flokkum til samstarv um tann partin av føroyskum politikki, sum er ímóti fullveldishugsan samgongunar. Tað verið seg javnaðarfólk, Miðflokksfólk og eisini uttanflokkafólk. Heðin Mortensen helt, at tað møguliga kundi gerast eitt felag við limum úr hesum bólkum, sum hevur til endamáls at upplýsa um tann partin av føroyskum politikki, sum ikki er fyri fullveldishugsjón samgongunar og serliga Tjóðvedisfloksins.