Heldur meiri skattur í januar

Bæði landskassin og kommunukassarnir fingu meiri í skatti í januar enn í januar í fjør. Tað vísa tøl hjá TAKS.

Landskassin fekk 96,5 milliónir krónur í sín part. Tað var heldur meiri enn í januar í fjør, tá hann fekk góðar 94 milliónir.

Kommunurnar fingu 110 milliónir krónur burturúr tann fyrsta mánaðin í ár. Sama mánað í 2012 fingu tær 108,4 milliónir.

Tølini hjá TAKS vísa eisini, at eftirlønarskaturin í januar var knappar 18 milliónir krónur ímóti 11 milliónum í januar í fjør.