Heldur meiri skattur á Sandi

Kommunukassin á Sandi hevur fingið heldur fleiri skattaskrónur higartil í ár enn um somu tíð í fjør.

Teir fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár fekk kommunan tríggjar milliónir og 37.000 krónur í skatti, og tað var 179.000 krónur meiri enn somu mánaðir í 2013.

 

Skattainntøkan í mars var ein millión og 45.000 krónur, sum var góðar 40.000 krónur meiri enn í mars í fjør.

 

Á fíggjarætlanini hevur bygdarráðið á Sandi mett, at skattainntøkan verður knappar 11,5 milliónir krónur í ár.