Heldur makt enn fullveldi

Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, staðfesti í gjár, at Fólkaflokkurin er selt sál­ina – selt fullveldi – fyri makt­ina.

– Hevði samgonguskjalið hildi, so høvdu 15 prosent av vøkstr­i­num í inntøkunum hjá lands­kassanum verið mót­rokn­að­ar í teimum 8,1 mill­i­ónini, sum blokkurin hækk­ar í ár, endurgevur út­varpið hana fyri at siga.

Sam­bært Kristinu Há­foss, so vísa tøl frá Fíggj­ar­mál­a­ráð­num, at inntøkurnar í ár vaksa so nógv, at mót­rokn­ing­in hevði verið nógv størri enn 8,1 millión, og tí átti rík­is­veit­ing­in ikki at hækka, um sam­g­ongu­skjalið varð hildið. Sambært samgongu­skjal­i­num, so skulu 15 prosent av van­ligu meirinntøkum lands­kass­an mótroknast økingini í rík­is­veitingini.

– Soleiðis kunnu vit stað­­festa, at Fólk­a­flokk­ur­in hev­ur flutt seg ein 17 milli­ón­ir frá full­veld­i­­num, síðani Jørgen fekk valdið á Kaj Leo eftir val­­ið síðsta.

Men hvat gera man ikki fyri vald­ið?

Fólka­­floks­­menn eru so í øll­­um førum ikki somu droym­­ar­ar, sum tjóð­veld­is­fólk...