Í samrøðu við KvF sigur Johnny í Grótinum, formaður í nýskipanarnevndini, at spurningurin ikki snýr seg um, hvørt alt fiskatilfeingið skal seljast á uppboði, men hvussu tað skal seljast.
- Í tilmælinum koma vit faktiskt at lýsa tveir leistir um, hvussu hetta kann fremjast. Tað at selja rættindi á einum uppboði, er ikki nakar fasittlisti sum so. Tað eru nógvar fasettir í tí, og her eru nógv ymisk atlit at taka.
Hann sigur, at nevndin lýsir tveir leistir, sum politiska skipanin kann viðgera. Grundleggjandi munirnir eru, at í tí eina leistinum eru prísirnir ásettir hvørt ár – og í hinum leistinum er tað meira langtíðarrættað.
Johnny í Grótinum vísir á, at tað er ikki líka mikið, hvussu tilfeingið verður selt á eini uppboðssølu. Í Føroyum hava vit í veruleikanum bara havt eitt uppskot um, hvussu uppboðssøla skal fara fram, og tað er frá Búskaparráðnum í ár 2000.
- Búskaparráðið mælti til stutttíðar rættindi. Uppskotið var, at triðja hvønn mánaða skal alt seljast av nýggjum.
Formaðurin í nýskipanarnevndini sigur, at hansara fakliga sjónarmið er, at hetta er ikki ein skilagóð loysn. Hann vísir á, at vit heldur eiga at hava langtíðarrættindi sum verða seld.
- Í mínari verð eru langtíðarrættindi í øllum førum eini 10-15 ár, soleiðis at ein samanhangur er millum tær íløgur sum verða gjørdar og ta tíðina, tú fært til at heysta ágóðan av loyvisrættindunum, sigur Johnny í Grótinum við KvF.