Heldur lítið um fíggjarligt fairplay

José Mourinho dugir illa at síggja, hvussu fíggjarligu Fair Play reglurnar hjá UEFA skulu skapa meira javnbjóðis kapping

UEFA hevur seinnu árini hert krøvini til fíggjarligt Fair Play. Eitt nú hava bæði Manchester City og Paris Saint Germain fingið stórar bøtur, tí tey ikki hildu reglurnar í fjør.

 

Frá flestu síðum verður sagt, at hesar reglur eru við til at tryggja eina javnbjóðis kapping innan fótbóltsheimin, men tað er ikki tað, sum er í ferð við at henda sambært altíð sjónliga José Mourinho.

 

- Hasar reglurnar økja á ongan hátt um nakra javnbjóðis kapping. Tær tryggja støðuna hjá stóru siðvandu feløgunum. Tey hava stórar leikvøllir, stóra profilering, góðan infrastruktur og væl mentar marknaðardeildir. Sonevndu Fair-Play reglurnar gera tað mest sum ógjørligt hjá nýggjum avbjóðarum at vinna fram, tí tey hava ongan møguleika at spæla við somu fíggjarligu vøddum, sum stórfeløgini hava, heldur Mourinho.

 

Tá Mourinho kom til Chelsea í 2004, kundi hann keypa stórt sæð teir spælarar, sum honum lysti. Í ár hevur Chelsea keypt spælarar fyri á leið 870 mió kr. Men felagið hevur eisini selt spælarar fyri á leið somu upphædd.