Heldur leiðbeining enn bann

Filmseftirlitið skal verða eitt Miðlaráð har brúkaraleiðbeining kemur í staðin fyri filmsensur. Hetta verður skotið upp í áliti, sum varð handað Jógvani á Lakjuni, landsstýrimanni í morgun.

Filmseftirlitið skal endurskoðast, og framyvir skal tað hava eina leiðbeiningar- og filmsflokkingarskyldu, heldur enn at sensurera og banna filmum. Hesin er høvuðsboðskapurin í einum áliti, sum ein arbeiðsbólkur handaði Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, í morgun.  
Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum var at koma við einum uppskoti um endurskoðan av virksemi Filmseftirlitsins. Í álitinum verður ført fram, at lógin um Filmseftirlitið, ið enn er í gildi, er ótíðarhóskandi, men arbeiðsbólkurin mælir samstundis frá at avtaka Filmseftirlitið uttan at seta nakað annað ístaðin.
 
Ikki klippa og sensurera
Formaður í arbeiðsbólkinum hevur verið Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, sum var formaður í Filmseftirlitinum í eini 20 ár. Hann metir, at tað er í tøkum tíma, at økið verður lagað til nútíðina og samsvarandi grannalondunum, har nógv verður gjørt burtur úr at upplýsa um skilagóða miðlanýtslu.  
- Tørvur er á einum Miðlaráði. Tí tað ber snøgt sagt ikki til at sita og klippa burturúr filmum og at seta forboð. Útboðið av miðlatilfari er so ovurhonds stórt, og møguleikarnir fyri at fáa hendur á tilfari so óavmarkaðir, at tað er meiningsleyst at halda seg kunna sensurera tilfarið í dag, segði Eyðun Joensen á tíðindafundi í Mentamálráðnum í morgun.
 
Foreldrini uppalast
Og hann vísti á, at ábyrgdin nú í størri mun er lagt yvir á foreldrini, har tað er teirra uppgáva at kunna seg um skilagóða fjølmiðlanýtslu, og møguliga at fáa til vega tekniskar forðingar til telduna og á sjónvarpið.
- Tí er eisini alneyðugt, at tey hava ein stovn, sum tey kunnu venda sær til, har tey kunnu fáa holla ráðgeving um telduspøl, fartelefoni, internetið og fjølmiðlar annars, segði Eyðun Joensen. Og hann vísti á, at arbeiðsbólkurin varð biðin um, at gera eitt álit, men at tey hava gjørt eitt lógaruppskot, sum eitt klárt at samtykkja.
 
Dálking av børnum
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, segði seg næstan vera sannførdan um, at uppskotið verður samtykt, tí tað hevur so mangan verið ført fram í Løgtinginum, at tørvur er á at endurskoða og at nútímansgera gamla Filmseftirlitið.
- Tað verður so nógv tosað um dálking í dag. Men vit skulu ikki gloyma at dálking er ikki bara sjónlig og ítøkilig, men kann eisini vera ósjónlig, og vit ynskja ikki at børn okkara verða dálkað, segði mentamálaráðharrin.
- Foreldur kenna seg púra hjálparleys, tá barnið ferðast í eini aðrari verð, har vit vita at tey kunnu møta dálkandi av ymsum slag. Tí mugu tey fáa nøkur amboð, sum ger tey før fyri at fyrihalda seg til útboðið, umframt at læra at seta upp tekniskar forðingar, um tað er neyðugt, greiddi Jógvan á Lakjuni, frá.
 
Hava skrivstovu
Krista Hvannastein, sum hevur arbeitt við serlestri um børn og miðlar, hevur verið við í arbeiðsbólkinum. Hon greiddi frá, at ítøkiliga ætlanin er at seta á stovn eitt miðlaráð, sum skal hava eina skrivstovu við einum starvsfólki.
- Uppgávan hjá viðkomandi verður at røkja eina heimasíðu, og annars at taka sær av kunning um skilagóða miðlanýtslu sum heild. Til dømis kann viðkomandi skipa fyri fyrilestrum og upplýsandi tiltøkum fyri skúlar og stovnar, sum hava við børn og ung at gera, segði Krista Hvannastein.
Og í álitinum stendur, at ætlanin er, at Miðlaráðið skal veita brúkarum upplýsing um góðan miðlasið, framleiða leiðbeinandi faldarar, plakatir, hava dagførda heimasíðu og sum heild gera eitt munadygt leiðbeiningararbeiði úteftir.
 
Aldursmørk varðveitast
Og greitt varð frá, at tað framvegis er ætlanin, at aldursmørkini skulu standa á filmum, sum eru til keyps ella leigu, og møguliga eisini filmum, sum verða vístir í føroyskum sjónvarpi. Men nú verða aldursmørkini tey somu sum í grannalondunum, so tíð og orka ikki fer til at hyggja eftir filmum, men heldur til upplýsing.
 
Partur av lógarpakka 
Í álitinum, sum í roynd og veru er eitt lógaruppskot, stendur, at sum heild sær arbeiðsbólkurin eina komandi føroyska lóg um Miðlaráðið sum enn ein neyðugan lið í einum størri lógarpakka, har aðrir liðir eru t.d. nýggja barnarverndarskipanin, kringvarpslógin og altjóða barnaverndartiltøk.
Hartil leggur uppskotið til føroyska lóg um Miðlaráðið upp til størri foreldraábyrgd, sum leiðbeinandi virksemi Miðlaráðsins skal stuðla upp undir.
 
Ikki dýrari enn nú
Víðari sigur álitið, at tað ikki verður mett, at Miðlaráðið nýtist verða dýrari í rakstri fyri landskassan enn verandi Filmseftirlit, tá minni arbeiðsorka verður at brúka upp á egnar sensurkanningar. Filmseftirlitið hevur ígjøgnum árini savnað týðandi leiðbeiningartilfar og førleika um filmar, og mælt verður til, at hetta verður ein partur av tilfeinginum í einum komandi Miðlaráði. Roknast kann við, at íløgur skulu gerast í heimasíðu og annan tøkniútbúnað umframt starvsfólkamenning til tess at veita ta tænastu, sum brúkarin hevur tørv á. Men tá virksemið er fingið í fasta legu, verður dagliga umsitingin neyvan munandi størri.  
 
--
 
Fakta:
 
Í arbeiðsbólkinum sótu:
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur og fyrrverandi formaður í Filmseftirlitinum, er formaður í arbeiðsbólkinum.
Jegvan Bæk, sálarfrøðingur, núverandi formaður í Filmseftirlitinum.
Hanus á Krákusteini, umsitingarleiðari á Filmseftirlitinum.
Sigurð Ó. Vang, vinnuløgfrøðingur (fyrrverandi fulltrúi í Fjarskiftiseftirlitinum).
Krista Hvannastein, námsfrøðingur, og
Urd Johannesen, fulltrúi í MMR.