Heldur færri fólk høvdu verið og valt á Sandi á miðdegi, men av tí at tað er leygardagur er ilt at gera sammetingar við undanfarin val Tað høvdu 85 fólk verið á vali á Sandi á miðdegi í dag, og tað er munandi færri enn um somu tíð við løgtingsvalið í 2004, tá 128 fólk høvdu valt. Tó skal sigast, at tað eru munandi færri brævatkvøður á Sandi í dag í mun til valið í 2004, 45 móti 77 tá.
Valluttøkan seinast var heili 96,5%, og formaðurin í valstýrinum, Jonhard Johannesen, væntar, at luttøkan hesaferð man fara at tátta upp ímóti hesum, tá avtornar.
Eisini hann metir, at valið hesaferð fer at snúgtva seg um at varðveita umboðini í oynni, og tað er serliga Sandoyar tunnilin sum ger, at roknað verður við, at oyggin megnar at varðveita umboðini.
Tað liggur sostatt í luftini, at teir báðir, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu, fara at megna at koppa upp um gáttina á valinum í dag.