Meiri enn helmingurin av fiskinum, sum seldur varð á uppboðssølu fríggjadagin, var toskur - og mest var av toski 4. Fiskamarknaður Føroya seldi fríggjadagin 105 tons á uppboðssølu fyri stívliga 1,3 miljónir krónur.
Mest var av toski 4, sum fór fyri miðalprísin 10,37 krónur fyri kilo.
Samlaða nøgdin av toski var umleið 60 tons ? ella meiri enn helmingurin av samlaðu søluni hendan dagin.
Eini 25 tons vóru av hýsu. Mest var av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 11,50.
Sløk 10 tons vóru av havtasku, og her var besti miðalprísurin 32,53.
Taka vit allar sølurnar á Fiskamarknaði Føroya fríggjadagin, var miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt 12,49 krónur fyri kilo, sum er umleið ein króna minni enn ein vanligan søludag.
Spurningurin er so, um tað longu nú hevur havt nakra ávirkan á fiskaprísirnar, at øll virkini hjá Faroe Seafood nú liggja óvirkin.









