Tað er í semju millum føroyskar myndugleikar og Felagið Rækjuskip, at Føroyar nú hava tillutað sær eina rækjukvotu upp á 3.000 í altjóða sjógvi á Grand Bank. Kanada hóttir nú aftur við at steingja sínar havnir fyri føroyskum fiskiskipum. Orsøkin er, at Føroyar ikki vilja góðtaka býtið, ið NAFO-londini hava gjørt, sum tillutar Føroyum 300 tons av rækjum í altjóða sjógvi á Grand Bank.
Føroyar góðtaka ikki hetta býtið og hava tí ásett sær eina kvotu upp á 3.000 tons í ár.
Kanada hevur svarað aftur, at vilja Føroyar ikki góðtaka at fiska 300 tons í staðin fyri 3.000, fara teir at steingja sínar havnir fyri føroyskum fiskiskipum, soleiðis sum teir áður hava gjørt.
Jóhan Joensen, formaður í Felagnum Rækjuskip, sigur, at avgerðin hjá føroyskum myndugleikum er í samráð við teir, sum eiga rækjuskipini og soleiðis eisini í samráð við Felagið Rækjuskip.
- Tá vit skulu velja millum kvotur og kanadiskar havnir, velja vit heilt avgjørt kvoturnar.
Hann sigur, at sjálvandi hevur tað ein ávísan týdning, at skipini kunnu sleppa inn í kanadiskar havnir, men tá valið stendur millum kvotur og havnir, er eingin ivi millum teir, sum eiga og reka rækjuskipini.
Jóhan Joensen sigur, at Føroyar seinastu tvey árini hava tillutað sær 3.000 tons av rækjum í altjóða sjógvi á Grand Bank, og slíka kvotu meta Føroyar seg at eiga søgulig rættindi til.
- Myndugleikarnir hava valt at regulera kvotuna á Grand Bank eftir TAC-num í økinum, sigur formaðurin í Felagnum Rækjuskip.