Heldur kurteisi enn vinarlag

Tað var týðiligt, at hvørki Bush ella Chirac høvdu gloymt ósemjuna um kríggið í Irak, tá teir heilsaðust á G8-fundinum

Teir tóku í hondina á hvør øðrum, men tað vanliga brosið fingu tey nógvu myndafólkini ikki á myndina, tí hvørgin teirra brosaði.
Fyri fyrstu ferð síðani kríggið í Irak møttust George W. Bush og Jacques Chirac sunnudagin á G8-fundinum í Evian. Nøkur fá orð fullu, men løtan var stutt og øðrvísi, enn tá hinir leiðararnir heilsaðust.
Í gjár skuldu Bush og Chirac halda fund, men longu undan fundinum segði talskvinnan hjá franska forsetanum, at hon hevði lítlar vónir um, at nakað stórvegis fór at koma burturúr.
- Fara teir at tosa um Irak-kríggið, verður tað ikki stórt annað enn ein endurtøka av tí, sum varð sagt tá, segði Catherine Colonna og legði afturat:
- Tað er heldur ikki so nógv at siga, tá tað snúr seg um framtíðina. Vit hava okkara sjónarmið, og tey eru ikki broytt. Amerikanararnir hava síni, og tey eru heldur ikki broytt, segði talskvinnan hjá franska forsetanum.