Búskaparkreppan í Íslandi hevur gjørt, at landið hevur fingið so vánaligt umdømi sum íløguland, at sambært teirri seinastu metingini hjá stovninum Credit Market Analysis er tað skilabetri nú at gera íløgur í Irak enn í Íslandi.
Sambært stovninum er umdømi Íslands versnað umleið 10 prosent, síðani Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, sýtti fyri at staðfesta Icesave-lógina.
Váðavísitalið fyri íløgur í Íslandi er oman fyri 550, meðan tað tilsvarandi talið fyri Irak er 475, skrivar Morgunblaðið og endurgevur CMA.










