Hóast Havnar Bio ikki er einasti biografurin í landinum, so skulu føroyingar ikki rokna við, at da Vinci Code verður sýndur aðra staðni í landinum, nú hann ikki verður á hvíta løriftinum í Havn.
Vit hava ongantíð enn tikið filmar heim, uttan at hetta hevur verið í samstarvi við Havnar Bio, sigur Høgni Klakstein, sum rekur Atlantis í Klaksvík.
Og hann leggur afturat, at hetta neyvan verður gjørt hesaferð heldur.
Skipanin er so, at filmsfeløgini í Danmark fáa eitt ávíst tal av filmum til landið. Teirra inntøka verður roknað sum lutfall av seldum atgongumerkjum, og tí eru áhugamálini sjálvsagt, at kopiini verða send til størstu bio-høllirnar.
Havnar Bio hevur tó fingið avtalu um, at tey fáa tær premierur, sum tey ynskja, og tá hava vit so fingið loyvi at sýna filmin, eftir at hesin hevur gingið í Havn. Sjálvandi er møguleiki hjá okkum at fáa filmin heim, eftir at flestu biografar í Danmark hava sýnt hann, men tá er hann helst longu komin út á DVD, og so er ivasamt, hvussu stórur áhugin er fyri sýningum her hjá okkum, sigur Høgni Klakstein.










