Heldur ikki jóansøkufestivalur

Eftir at bæði G! og Asfalt fyribils hava takkað fyri seg, hevur Jóansøkufestivalurin eisini teknað seg í bólkin av fyrrverandi festivalum Dimmalætting skrivar á netinum, at fyriskipararnir av jóansøkufestivalinum hava gjørt av, at eingin festivalur verður í ar. Hetta tí festivalurin helst kemur at órógva sjálva jóansøkuna ov nógv.

Tróndur Enni, sum er ein av fyriskiparunum, sigur við blaðið, at tey framvegis vóna, at festivalurin kann haldast í 2009.