Heldur ikki hesa ferð

Meistaraheitið lá til høgrabeinið hjá HB, men vinstra beinið hjá Alex Mellemgaard vildi tað øðrvísi, tá hann við eini frísparksperlu útsetti FM-veitsluna, sum í fyrsta lagi verður sunnudagin

Fótbóltur

 

Fagnaðurin var øgiligur, tá stadion-speakarin eina løtu mistók seg.

Hóast HB ikki megnaði at basa AB, so var FM-heitið so sera nær, tá tað framvegis stóð 1-0 til útiliðið á Toftum. Og tá tað so frættist, at B36 hevði javnaði til 2-2 í Streymnesi, leyp tað mesta av HB-skýlinum uppfrá.

Tað gingu tó bert nøkur sekund, so rættaði varparin seg sjálvan. Og tá sama røddin nakað seinni kunngjørdi, at nú stóð 3-1 við Margáir, hvarv FM-veitslan í skýmingini, sum var um at leggja seg yvir Gundadal.

 

Sovnaðu

Avgerðin lá annars til HB. Undan dystinum stóð greitt, at greiddi HB sín setning, so vildi eitt B68-kiks á Toftum parkerað gullið í Gundadali, og leingi tóktust báðar hypotesurnar at halda.

HB kom á odda longu eftir 17 minuttum, tá Fróði Benjaminsen eftir nærdyst við Tórð Thomsen í AB-málinum fekk sent bóltin í netið. Tórður noyddist løtu seinni at lata seg skifta út, og hann var alt annað enn nøgdur um, at dómarin ikki bríkslaði fyri frísparki undan málinum, men tað tóktist ikki nerva HB.

Bólturin var at kalla als ikki á HB-hálvuni fyrstu trý korterini, og hóast tann heilt opni møguleikin ikki beyðst, so lúrdi og hótti HB støðugt við skjótum pasningsspæli, har øll breiddin á vøllinum varð væl og virðiliga nýtt.

Eftir steðgin kom tó vend í. Sum tað er hent nakrar ferðir seinastu dystirnar, so sovnaði HB meira ella minni, meðan AB’arnir í eins stóran mun vaknaðu.

Vanliga AB-spælið, har mótstøðan fær trupult við at spæla seg ígjøgnum, kom aftur til sjóndar, og tá møguleikin beyðst, vóru teir skjótir at senda langt niðan móti Stig Roar Søbstad og Tróndi Sigurðsson, sum hesa ferð mannaðu álopið.

Frísparksperla

Tað gav eisini at bíta, tá Stig Roar varð trýstur í ryggin, tá hann tók móti bóltinum. Fríspark til AB á brotsteigarmarkinum, og so kom Alex Mellemgaard rennandi niðan av vinstra bakki.

Framúr sparkiteknikkurin hjá honum hevur verið eitt av vandamestu vápnunum hjá AB í ár, og tað prógvaði hann aftur, tá hann bendi bóltin upp um múrin og inn um nærmara stólpa.

Og tað kundi eisini gingið heilt galið hjá heimaliðnum. HB hevði sínar møguleikar, men hvørki Rógvi Poulsen ella Andrew av Fløtum vóru nóg neyvir, tá teir skuldu temja í fríari støðu, og ístaðin var Tróndur Sigurðsson í tveimum førum nær við at avgera. Fyrru ferðina bjargaði Marcyn Dawid tó frálíka væl, og seinnu ferðina støkk bólturin av knænum hjá áleyparanum og dygst framvið, eftir at Dion Splidt hálvfluktaði úr spískum.

 

Bíðitíðin longd

Javnleikurin ber við sær, at HB-viðhaldsfólkini aftur mugu bíða nakrar dagar, áðrenn tey hava endaliga vissu fyri FM-gullinum, sum tó førkar seg eitt vet nærri hvørt umfar.

Tað kendist tó kanska ikki heilt so svárt kortini, tí viðhaldsfólkini, sum mikukvøldið høvdu leitað sær í Gundadal, vóru ikki heilt so nógv, sum roknast kundi við. Tá munnu bussarnir norður til Fuglafjarðar verða betur mannaðir, og hjá teimum er so bara at vóna, at liðið tá leverar tað, sum teir ikki hava megnað seinastu tríggjar ferðirnar.