Næstan helmingurin av teimum sosialdemokratisku veljarunum í Danmark vænta ikki, at teirra formaður verður stjórnarleiðari aftan á næsta val Tað vísir ein nýggj kanning, sum Megafon hevur gjørt.
Har siga 40 prosent av teimum spurdu sosialdemokratisku veljarunum, at tey halda tað ikki vera serliga sannlíkt, at Helle Thorning-Schmidt verður forsætisráðharri aftan á næsta val.
Megafon-kanningin vísir eisini, at veljararnir hjá stuðulsflokkinum SF vænta heldur ikki, at sosialdemokratsiki formaðurin fer at loysa Anders Fogh Rasmussen av um fýra ár. Næstan annan hvør veljari hjá SF sigur, at tað er lítið ella als ikki sannlíkt.