Í samband við svar upp á fyrispurning frá sambandstingmanninum Jaspuri Vang um hvussu nógv blokkniðurskurðurin higartil hevur kostað føroyska samfelagnum og tað har kom fram, at hetta vóru yvir 3,8 mia. kr., segði Anfinn Kallsberg í Degi & Viku, at føroyska samfelagið ikki hevði verið betri fyri ella kanska verri fyri, um blokkurin ikki bleiv skorin.
Um pástandurin hjá Anfinni ikki er tað reina slutur og vrøvl og skal takast fyri fult, er einasta niðurstøða, at Anfinn ikki trýr, at føroyingar duga at stýra egnum landi.
Nú hevur Høgni Hoydal eisini frá løgtingsins røðarapalli pástaðið tað sama. Hann segði sum viðmerking til sambandstingmannin Marjus Dam, tá ið hesin vísti á, hvussu nógvan pening , blokkniðurskurðurin hevur kostað, at hann (Høgni Hoydal) kundi lovað fyri, at føroyska samfelagið hevði verið farið logandi á heysin, um blokkurin ikki bleiv skorin niður!!!!!!
Hvat skulu vit við politikarum og flokkum, sum ikki trúgva upp á, at føroyingar duga at stýra egnum landi?