<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Eitt sindur um børn og súkklur:
Heilt vanligt er, at børn fáa tríhjólaðar súkklur, tá ið tey eru 2-3 ár. Tá ið tey nærkast 4-5 ára aldri, munnu fleiri longu hava fingið tveyhjólaða súkklu við studdhjólum.
Og summi eru longu komin so langt, at tey duga at súkkla uttan studdhjól.
Men, hvat er tað, at duga at súkkla? Er tað nóg mikið at duga at halda javnvágina?
Sjálvandi er tað høvuðsfyritreytin. Men hesin førleiki einsamallur røkkur ikki longur enn til at súkkla í vardum umhvørvi, har eingin bilferðsla er.
Tí fyri at súkkla millum bilar, bussar og lastbilar krevst nógv meira. Tá er í minsta lagi neyðugt at duga hetta:
- at venda í torførum umstøðum, eisini tá ið ferðin er lítil.
- at bremsa ella at seta ferð á júst í tí løtu, tað er neyðugt, og at hava megina til tað.
- at súkkla við aðrari hondini leysari, t.d. at vísa hvønn veg tú ætlar.
- at lesa ferðsluna av, meta um støðuna og taka skjóta avgerð, so at ikki verður komið út í vandamiklar støður.
- at meta um, hvussu skjótt bilar koyra, eisini tá ið teir eru langt burturi.
- at hava eitt vakið eyga við holum í vegnum, kantsteinum o.s.fr.
Fyri at fóta sær í ferðsluni er sjálvandi neyðugt at duga at gera alt hetta í senn og meira afturat.
Børn yngri enn 10 ár megna hetta ikki, hvørki kropsliga ella sálarliga, og eru tískil ikki búgvin at súkkla í ferðsluni.
Børn brúka t.d. alla orkuna at hugsa um bilin, sum kemur frá høgru, og síggja tí ikki tann, sum kemur frá vinstru ella holið í vegnum fyri framman&
Ferðslulógin sigur, at barn yngri enn 6 ár má ikki súkkla í ferðsluni uttan fylgi við einum 15 ára gomlum ella eldri, ið hyggur eftir tí.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Boðskapurin hjá Ferðslutrygd:
Børn mugu ikki súkkla einsamøll á vegi, har nógv ferðsla er, fyrr enn tey eru eini 10 ár.
Tað er við hesum í huga, at vit eiga at geva barninum súkkluna, samstundis sum vit vísa tí á, hvar tað kann súkkla, og hvar tað ikki kann súkkla.
- Og sjálvsagt skal barnið vera í hjálmi, tá tað súkklar.
Heldur hol í hjálmin, enn hol í høvdið!










