Heldur hetta fram verður samgongan slitin

Poul Michelsen ávarar nú samgonguna - og serliga Javnaðarflokkin

– Heldur hetta arbeiðslagið fram, hevur hendan samgongan ongan livandi møguleika at halda fram.

 

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, og formaður í Framsókn, er av álvara við at missa tolið við arbeiðslagnum í samgonguni – og serliga við Javnaðarflokkinum.

 

Og hann ávarar rætt og slætt Javnaðarflokkin, at tekur hann ikki betri partar fyri seg, slitnar samgongan.

 

Tað hevur gingið strilti hjá tinglimunum í Javnaðarflokkinum at draga eina línu í samgonguni. Serliga í málinum um at fáa eina nýggja fiskivinnuskipan, hevur Javnaðarflokkurin gingið í fleiri pørtum.

 

Og nú í seinastuni eru tinglimir í Javnaðarflokkinum eisini farnir í part við andstøðuni um at gera tunlar ymsa staðni. Eitt nú eru bæði Heðin Mortensen, og Kristin Michelsen við í einum uppskoti, saman við andstøðuni, um at knýta arbeiðið at gera ein nýggjan Fámjinstunnil upp í ætlanina at gera tann nýggja Hvalbiartunnilin. Og nú gloppar eisini Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hurðina fyri at framskunda tunlarnar Norður um Fjall. 

 

Og nú flýtur bikarið hjá Poul Michelsen yvir.

 

– Vit hava eina greiða avtalu í samgonguni um, hvar og nær vit skulu gera teir ymsu tunlarnar, og tann avtalan skal haldast. Skal hon broytast, skal tað vera samgongan, sum semist um tað, tí tað skal ikki gerast við at nakrir javnaðarmenn fara í sjálvdrátt saman við andstøðuni, sigur hann.

 

– Tað er drepandi fyri samgonguna og kann gera enda á henni, skjótari enn nakar grunar, tí hesum finna vit okkum ikki í, sigur Poul Michelsen.

 

Hann staðfestur, at Framsókn er við í hesi samgonguni av eini einastu grund, og tað er at fremja tær nýskipanirnar, samgongan setti sær fyri at gera.

 

– Valskeiðið fer nú at halla og fleiri stórmál eru, sum skulu avgreiðast. Men tey drukna øll í garrvillum tunnilsætlanum, har tinglimir úr Javnaðarflokkinum hava ein høvuðsleiklut, leggur hann aftrurat.

 

– Teir skræða samgonguna sundur við hesum arbeiðslagnum, sigur Poul Michelsen.

 

Hann vísir á, at í sambandi við fiskivinnunýskipanina mátti samgongan at kalla keypa sær stuðul frá tinglimum úr javnaðarflokkinum, fyrst og fremst teimum úr Suðuroy, og avleiðingin var, at vit eru endað við eini fiskivinnuskipan, har tað, ið kann kallast ein nýskipan, er á lægst hugsandi stigi.

 

– Men tað sær út til, at hesin leikurin hjá tinglimum úr Javnaðarflokkinum bara heldur fram. Og skal hetta vera arbeiðslagið, at samgongan skal keypa sær stuðul frá skiftandi tinglimum í Javnaðarflokkinum til at fremja tær nýskipanir, sum eru eftir, ætla vit í Framsókn ikki at góðtaka tað, og so er samgonguni ikki lív lagað, ger floksformaðurin púra greitt

 

Tískil krevur Framsókn, at Javnaðarflokkurin heldur seg til tær semjur, hann hevur gjørt í samgonguni í teimum stórmálum, sum eru eftir, eitt nú í sambandi við pensjónsnýskipanina.