Seinastu gestirnir í eingangs "Vespureiðrinum" hjá Jonhardi Hansen og John Andersen á Rás2 seinnapartin, vóru borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen og NSÍ-veteranurin, Sjúrður Jacobsen.
Hóast Magnus Rasmussen er borgarstjóri hjá bæði teimum, sum halda við NSÍ og Skála, so letur hann ongan iva verða um, at hann heldur við NSÍ, men hann vónar, at Skála fer at fáa eitt gott kappingarár, og heldur avgjørt, at Skála ikki er eitt lið, sum skal undirmetast.
Saman við Sjúrði Jacobsen metti borgarstjórin eisini hvussu hini liðini í effodeildini 2014 fara at standa seg.
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøðuna Jonhard Hansen og John Andersen høvdu við Magnus Rasmussen og Sjúrð Jacobsen.