Nigeriski maðúrin, sum er ákærdur fyri at hava roynt at spreingja eitt amerikanskt ferðamannaflogfar jóladag, eigur at koma fyri ein hernaðardómstól. Tað heldur í hvussu er senatorurin John McCain, sum var forsetavalið hjá republikanarunum á forsetavalinum í 2008.
McCain heldur tað vera skeivt, at tann ákærdi maðurin skal hava rætt til ein sakførara at verja seg, tí tað týdningarmesta er at fáa allar upplýsingar burtur úr honum, sigur senatorurin við CNN.
Hann heldur, at maðurin eigur at koma fyri ein hernaðardómstól og ákærast sum fíggindaligur stríðsmaður.