Heldur fram við góðum sjómati

- Alt virksemið, sum Sjógæti hevur í dag, og sum ikki minst føroyingar eru so glaðir fyri, fer at halda fram, sigur Hans Marius í Byrgi.

- Ætlanin er at skilja virksemið sundur, soleiðis at vit kunnu hava alt tað hvíta á virkinum á Eiði, og síðan verður laksurin eftir á virkinum við Norðskála, sigur Hans Marius í Byrgi, stjóri í Sjógæti.

 

Sjógæti við Norðskála hevur í fleiri ár selt nógvar ymiskar fiskavørur til føroyingar, og tað virksemi fer at halda fram sum higartil, hóast felagið nú fer undir eina størri verkætlan á Eiði.

 

Virkið hevur fingið tillutað menningarkvotu av makreli og sild og fer í nógv størri mun enn áður at leggja seg eftir at royka hesi fiskasløg á Eiði.

 

- Men, vit fara framvegis at hava virksemi í virkinum hjá Sjógæta við Norðskála, men nøkur av tingunum verða sjálvandi flutt til Eiðis, nú vit fáa heilt aðrar umstøður har.

 

Stjórin sigur, at tað er strævið at hava eitt lítið virki og gera nógvar vørur, og tí fara tey, sum tíðin líður, at royna at gera virksemi hjá felagnum meira einfalt.

 

- Ætlanin er at skilja virksemið sundur, soleiðis at vit kunnu hava alt tað hvíta, sum hann rópar tað, á virkinum á Eiði, og síðan verður laksurin eftir á virkinum við Norðskála, sigur Hans Marius í Byrgi.

 

Hann leggur aftrat, at virksemið, sum Sjógæti hevur í dag, og sum ikki minst føroyingar eru so glaðir fyri, fer at halda fram, og fyritøkan fer eisini, sum áður, at selja sínar fjølbroyttu fiskavørur og fiskaúrdráttir um landið.

 

Ein størri samrøða er við Hans Marius í Byrgi, stjóra í Sjógæti, í vinnublaðnum, sum var í VikuskiftisSosialinum fríggjadagin.