Heini Hátún er ein av teimum minni kendu føroysku frælsu ítróttaríðkarunum á Gotlandi. Hann hevur verið við í 200 m renning og í kúluvarpi, og í dag skal hann luttaka í 100 m renningini.
Mánadagin var kúluvarp á skránni, og her endaði Heini á einum áttanda plássi.
? Eg eri væl nøgdur. Eg visti, at eg kundi kasta longri enn 12 metrar, og hóast eg havi havt trupulleikar við tí tekniska, so haldi eg ikki, at eg kann vera annað enn nøgdur, segði Heini.
Og tað hevði hann eisini alla orsøk til. Gamla almenna metið hjá honum var 11,20 metrar, men tað bøtti hann væl og virðiliga um á Gutavallen í Visby mánadagin.
Besta varpið hjá honum var 12,32 metrar, men hini varpini vóru ávikavist 12,28, 11,66, 11,80, 12,30 og 12,10 metrar. Altso seks kast á rað, sum vóru betri enn nakað, hann hevur kastað áður.
Hví gekk tað so væl júst hesaferð?
? Nei, eg haldi, tað var bara tað, at »nú skuldi tað vera«, og at eg var eyka uppsettur, tí tað vóru oyggjaleikir, segði Heini.
? Eg havi eisini havt ein skaða, sum hevur gjørt, at eg ikki havi torað at folda meg rættiliga út fyrr, segði Heini, sum ikki hevði roknað við at komið millum teir bestu átta í finaluni. Tað vóru sterkir kúluvarparar, hann var uppi ímóti. Vinnarin av Álandi, Ove Lehto, varpaði ikki minni enn 16,18 metrar í síni bestu roynd, so har var munur á!
Fyrst FM, so London
Heini Hátún fer eftir oyggjaleikirnar heim til Føroya at halda feriu og at luttaka í FM, sum verður í næstum. Síðani skal hann til enska høvuðsstaðin London at ganga í skúla, men hann sleppur ikki frælsa ítróttinum av teirri orsøk.
? Har eru fleiri góð feløg í London, og eg ætli mær veruliga at gera nakað við tað har niðri, sigur Heini.
Hvat størri denturin verður lagdur á, renning ella kúluvarp, veit hann ikki rætti?liga at siga.
? Tað veit eg ikki rættiliga. Tað má eg hugsa um. Mær dámar væl at renna kapp, og eg veit, at eg havi potentiali til at gerast ein enn betri rennari, men eg kann eisini gerast nógv betri í kúluvarpi. Eg kundi so avgjørt hugsað mær at hildið fram við báðum.










