Á aðalfundinum hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag var eisini nevndarval.
Í nevndini sita nú Ellintur M. Abrahamsen, Ólavur Biskupstøð, Kristen Friis, Niels Nielsen, Annfinn Fagraklett, Jan Haldansen, Svenning Borg, Leivur Christiansen, Jákup Gørhe, Annfinnur Garðalíð, og Elias Zachariasen.
Nevndin hevur skipað seg við Annfinni Garðalíð sum formanni og Elias Zachariasen sum næstformanni.