Heldur fleiri styðja stjórnina

Hevði altingsval verið í Íslandi nú, hevði ein stórur triðingur av veljarunum styðjað stjórnarflokkarnar, og hóast tað ikki ljóðar av nógvum, er tað meiri enn fyrr í ár.

Ein nýggj kanning, sum Capacent hevur gjørt, vísir, at 35 prosent høvdu styðjað stjórnina, um val hevði verið nú, og so stóra undirtøku hevur stjórnin ikki havt síðani ársbyrjan, skrivar Morgunblaðið. Fyri einum mánað síðani vísti ein tilsvarandi kanning, at tá ætlaðu 32 prosent at styðja stjórnina.

Sjálfstæðisflokkurin er framvegis nógv tann størsti flokkurin í Íslandi og hevði sambært teirri nýggju kanningini fingið 36 prosent, um val var nú. Næstur er stjórnarflokkurin Samfylkingin, sum hevði fingið 22 prosent. Tað er trý prosentstig meiri enn fyri einum mánað síðani.