– Eg vil heldur hava fleiri Rúsur enn at vit fáa fría rúsdrekkasølu í Føroyum.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Í løtuni eru tey í Heilsumálaráðnum í ferð við at leggja seinastu hond á eitt upplegg um ein nýggjan rúsdrekka- og rúsevnapolitikk. Tá ið tað er liðugt, skal tað verða grundarlagið undir einum aðalorðaskifti í Løgtinginum um okkara framtíðarpolitikk hesum øki.
Sirið Stenberg sigur, at uppleggið tekur støðið í álitinum, sum Karsten Hansen, fyrrverandi landsstýrismaður, á økinum, fekk gjørt og hon væntar, at aðalorðaskiftið verður í næsta mánað.
Av tí, at uppleggið ikki er klárt, vil hon heldur ikki siga so nógv um, hvat fer at standa í uppleggingum. Men Sirið Stenberg heldur, at skipanin við Rúsuni er góð, og at hon skal varðveitast.
– Verður tað mett at vera neyðugt, kann Rúsan heldur fáa fleiri deildir runt um í landinum. Í hvussu so er, vil eg heldur hava fleiri Rúsur kring landið, enn eg vil hava fría rúsdrekkasølu, sigur Landsstýriskvinnan.
Hon vísir á, at semja er um, at tað, sum hevur eina størst ávirkan á rúsdrekkanýtsluna, er prísurin, og hvussu lætt tað er at fáa fatur á. Og heilsufakliga er tað tískil skeivt at hava fría rúsdrekkasølu í Handlunum, heldur hon.