Heldur fleiri arbeiðsleys í Danmark

Danska hagstovan kunngjørdi í morgun, at í juli gjørdust 1.000 danir afturat arbeiðsleysir, soleiðis at talið á teimum arbeiðsleysu kom upp á 163.000. Arbeiðsloysisprosentið er nú 6,1.

Tey nýggju tølini vísa, at í juli vóru tað serliga fólk niðan fyri 30 ár, sum mistu arbeiðið.

Arbeiðsloysið í Danmark er nú vaksið tríggjar mánaðir á rað, og tað eru serliga tey 25 til 29 ára gomlu, sum missa arbeiðið. Tann seinasta mánaðin vaks talið á arbeiðsleysum í hesum aldursbólkinum 700, sum svarar til trý prosentstig, skrivar DR.