Danir hava ongantíð keypt so nógvar elektroniskar vørur sum í fjør, og sambært Politiken brúktu teir 8,2 mia. krónur til hetta slagið av brúksvørum. Tað svarar til, at hvør einasti dani, nýføðingur sum oldingi, brúkti 1500 krónur til elektroniskar vørur í fjør. Sjónvørp við flatskíggja vóru serliga nógv avhildin. 365.000 sjónvørp við flatskíggja fóru um skivuna í fjør, og í dag eru meiri enn 650.000 sjónvørp av tí slagnum í Danmark










