Heldur færri á vali á Toftum

Klokkan 12 í dag høvdu 142 veljarar greitt atkvøðu í valhølunum í Nes kommunu.

Klokkan 12 í dag høvdu tilsamans 142 veljarar greitt atkvøðu í valhølunum í Nes kommunu, og tá eru tær 75 brævatkvøðurnar, sum komnar eru, íroknaðar.

 

Hetta er heldur minni valluttøka enn á middegi á løgtingsvalinum hin 29. oktober í 2011 - ella fyri fýra árum síðan, tá 152 fólk høvdu verið á vali.

 

Á valinum í dag hava 874 veljarar atkvøðurætt í Nes kommunu og tey 142, sum á middegi høvdu greitt atkvøðu, telja 16,2% av samlaða veljaraskaranum.

 

Valluttøkan í Nes kommunu á middegi fyri fýra árum síðan var 18,6%, og samlaða valluttøkan í kommununi á løgtingsvalinum 29. oktober í 2011 var 87,78%.