Heldur føðingardagin heima

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, fyllir í dag 65, og fyri einaferð skuld hevur hann valt at taka ein frídag, og halda føðingardagin heima saman við familjuni. Tað verður sagt um Heðin Mortensen, at hann dugir ikki at binda frið. Men í dag hevur hann noytt seg at halda frí.

- Eg var uppi á rennibreytini í morgun klokkan seks, men annars havi eg valt at slappa av og kopla heilt úr í dag, sigur Heðin Mortensen við Portalin.

Hann heldur sum nevnt dagin heima saman við konu, børnum og abbabørnum.

- Eg eri so ofta frammi í miðlunum, og ofta undir rokaligum umstøðum, so eg havi valt heilt at binda frið í dag, sigur borgarstjórin.

Hann fer at hugna sær saman við familjuni við einum góðum bita í kvøld, og so bjóðar hann starvsfólkunum kaffi á Ráðhúsinum í morgin.